08/12/2022
(English below)
Í dag varð kunngjørt, at Burðardygt Vinnulív er við í uppskotinum um at vinna sonevnda edie Awards 2023, í bólkinum Partnership and Collaboration of the Year.
Vit eru sera fegin um at fáa viðurkenning fyri úrslitini hjá okkum, nú bert eitt ár er liðið síðan vit fóru undir at arbeiða við burðardyggu málunum.
Seinasta árið hava vit tilsamans minkað um okkara CO2 útlát við 17%, sum svarar til 2% av samlaða føroyska útlátinum. Harumframt hava vit bundið okkum at seta í verk yvir 50 ymisk átøk, sum øll hava til endamál at minka um neiligu ávirkanina okkara virksemi hevur á umhvørvið. At enda hava vit sett í verk fyrsta føroyska leistin fyri, hvussu fyritøkur kunnu boða frá ESG tølum.
Vit hava framvegis langt eftir á mál, men vit eru komin væl frá byrjan.
Burðardygt Vinnulív varð stovnað tí fyritøkurnar ynsktu at gerast meira burðardygg, og við tí fatan, at bestu úrslitini verða rokkin við at arbeiða saman um felags mál.
Tær tólv fyritøkurnar í Burðardygt Vinnulív eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele (Faroese Telecom), Gist og Vist, JT electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.
Tú kanst lesa meira um Burðardygt Vinnulív her: www.burdardygtvinnuliv.fo
---
Today the Faroese Sustainable Business Initiative was shortlisted at the edie Awards 2023 in the Partnership and Collaboration of the Year category.
The initiative is a CEO collaboration with 12 companies in the Faroe Islands with a vision to lead the green transition through collaboration, action and engagement for system change.
We are incredibly proud of this recognition for the results we achieved in the first year of working together which included reducing our combined CO2e emissions by 17%; making over 50 commitments to reduce impacts on nature; and launching the nation’s first ESG reporting standard.
The twelve founding companies of the initiative are: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.
You can read more about the initiative here: www.burdardygtvinnuliv.fo